Listaframsýningin hjá Jón Magnus Joensen lat upp fríggjadagin 27. november og verður opin til og við mikudagin 2. desember.
Heitið á framsýningini er Tórshavn. Teir 30 málningarnir, ið eru við, lýsa høvuðsstaðin hvør á sín hátt. Nógvir teirra eru stórir. Umframt hesar, so eru onnur 40 smá myndevni við, ið lýsa bý og náttúru.
Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum, har hann hevur egið atelier. Hannn hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav mangar í Smiðjuni. Hann hevur málað frá ungum árum og var á listaskúla í Danmark í 2003.