Jón Krosslá Poulsen: - Súrt, men nøgdir

Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy var væl nøgdur við liðavrikið ímóti Víkingi.

- Vit fáa eitt mál tíðliga í dystinum og so koma vit sjálvandi, tá ið man spælir ímóti Víkingi, undir eitt stórt trýst. Vit valdu sjálvandi at leggja okkum aftur og at dúva upp á mótálop. Menn gjørdu tað ógvuliga gott við at halda tætt har afturi. Víkingur kláraði ikki at bróta seg ígjøgnum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki klárar teir tað og vit eru troyttir. Sum so ofta er, so megna teir at fáa eitt mál ímóti endanum, segði Jón Krosslá Poulsen við Rás 2 eftir dystin.
- Hetta var súrt, men teir høvdu nógvar møguleikar, so eg haldi, at vit skulu vera nøgdir við tað eina stigið. Vit hava júst fingið nýggjan venjara og skulu byrja av nýggjum, segði hann at enda.