TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við annan av málskjúttunum hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen. Jón spældi saman við liðfeløgunum javnleik 2-2 ímóti EB/Streymi á útivølli í kvøld.
Talan er um fyrsta stigið TB/FCS/Royn hevur fingið ímóti EB/Streymi í ár, men tað smakkar ikki suðuroyingum heilt væl, tí TB/FCS/Royn var á odda 2-0.
- Okur eru betur teir fyrstu 70 minuttirnar av dystinum, heldur Jón Krosslá Poulsen fyri. Men hann sigur seg ikki skilja, at teir góvu intiativið frá sær til EB/Streym, sum við einum góðum endaspurti tryggjaði sær eitt kærkomið stig.