Aftaná 3-1 sigurin hjá ÌF ímóti SÍ í tí fyrstu FM-finaluni í Eikdeildini hjá monnum fekk Hilmar Jan Hansen orðið á Jón Joensen hjá SÍ, og Bárð Jacobsen hjá ÍF.
Jón Joensen eftirlýsti spæligleðina hjá sínum liðið, og hann heldur, at teir vísa ov ofta ringan moral, tá mótgongdin vísur seg.
Bárður Jacobsen fegnaðist um sigurin, og, at tað eydnaðist ÍF at leggja eitt støðugt trýst á SÍ,
Undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Jón Joensen og Bárð Jacobsen. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra teir fýra avgerandi bóltarnar í FM-finaluni. Viðmerkjari í kvøld var Magnus Tausen.