- Vit hava ikki hepnið við okkum ímóti teimum størru liðunum, sum vit høvdu tey fyrstu umførini, tí vit gera alt rætt, og halda avtalurnar, men hepnið er ikki við okkum. Hetta staðfestir Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði málið fyri TB/FCS/Royn, tá TB/FCS/Royn á heimavølli við Stórá tapti 1-2 ímóti KÍ, sum nú er einsamalt oddalið í effodeildini.
Jón Krosslá Poulsen viðgongur, at teir í TB/FCS/Royn blivu kræsnir aftaná tey fyrstu umførini, tá teir vunnu fýra av fimm dystum. Nú gongur tað teirra æru nær, at TB/FCS/Royn hevur tapt tríggjar dystir á rað.
Jón Krosslá Poulsen fekk sjálvur gult kort í dystinum í dag, og verður tí leikbannaður í dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu komandi umfar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen fyrr í kvøld.