Tað boðar felagsliðið frá á heimasiðu sínari. Jón Harald Poulsen er mest vinnandi venjarin í kvinnudeildini í nýggjari tíð. Hann hevur fingið góð úrslit við besta kvinnuliði hjá KÍ bæði her í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Var fyrrverandi liðið hjá Jón Harald Poulsen sigursvant, so kann ikki sigast tað sama um nýggja lið hansara. Kvinnurnar hjá EB/Streymi hava enn sítt fyrsta heiðursmerki til góðar í 1. deild.