Pál Joensen svam seg greitt í finaluna í 1500 metrar frí í dag. Nú leggja teir seinastu hondina á fyrireikingarnar til brakið í morgin.
Jón Bjarnason veit, hvussu hann ætlar at fáa ein føroyskan evropameistara í morgin.
- Pál Joensen fer at svimja við fullari megi beinanvegin, og so verður tað ein grovur dystur um at hóra undan. Tað verður sera strævið, men Pál er fyrireikaður, og hann er rætt og slætt til reiðar at geva alt, hann er mentur, fyri at vinna gull fyri Føroyar, sigur Jón Bjarnason.
Pál Joensen vann innleiðandi umfar á fyrsta riðli við tíðini 15:04,05. Hann hevur næstbestu tíðina til finaluna í morgin.
Jón Bjarnason sigur, at tað er stórur møguleiki fyri, at Pál Joensen vinnur gull í morgin.
- Tað verður væntandi sera tætt millum fimm svimjarar, men Pál hevur eins góðan møguleika at vinna sum hinir. Vinnarin verður hann, sum hevur víst størst ágrýtni, tol og treysti, sigur Jón Bjarnason.
Pál Joensen fer í hylin í Budapust klokkan 16.00 í morgin, føroyska tíð.
Teir, sum hava vunnið seg í finaluna, eru:
Samuel Pizetti, Italia ? 15:03.32
Pál Joensen, Føroyar ? 15:04.05
Sebastian Rouault, Frakland ? 15:06.70
Prezemyslaw Stanczyk, Pólland ? 15:08.54
Federico Colbertaldo, Italia ? 15:08.83
Mateusz Sawrymowich, Pólland ? 15:09.50
Gergely Gyurta, Ungarn ? 15:12,46
Anthony Pannier, Frakland ? 15:14.38
Lesið eisini
»Pál Joensen skal svimja um evropameistaraheitið í morgin«