Tað sigur Jón Bjarnason við Rás2.
Pál Joensen segði, sambært svenska Nyhetskanalen, at hann dugir ikki at siga, um hann fer at búgva í Føroyum í framtíðini. Orsøkin er greitt og einfalt, at tað er eingin 50 metrar svimjihylur í landinum.
- Eg veit ikki, um eg kann búgva har í framtíðini. Eg kann bara venja í stuttum hyli í Føroyum, hevur Pál Joensen sagt.
Men flytir Pál Joensen úr Føroyum, so verður tað helst ikki við Jón Bjarnasyni, sum hevur verið venjari hjá honum.
- Eg eri farin undir eina stóra verkætlan við ungu svimjarunum í Suðuroynni, sum eg ikki kann renna frá uttan víðari. So tað verður helst uttan meg, um Pál Joensen noyðist av landinum, sigur Jón Bjarnason við Rás2 í dag.










