Í áðni gjørdist greitt, at Hamferð oddamaðurin, Jón Aldará, er ársins mannligi sangari. Hann fekk FMA-virðislønina í popp/rokk flokkinum. Hetta er aðru ferð, at Jón Aldará, sum er av Norðoyri, hevur fingið heiðurin sum ársins sangari. Tað fekk hann eisini í 2014 - tá í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk.
Umframt Jón Aldará vóru Teitur Lassen, Kári Sverrisson, Hans Marius Ziska og Janus á Húsagarði tilnevndir virðislønina sum ársins sangari.
Tungmálmsbólkurin Hamferð, sum Jón Aldará syngur í, hevur vunnið og verið tilnevndur fleiri FMA-virðislønir seinastu árini. Hamferð vóru í ár tilnevndir virðisløn fyri ársins útgávu, og bólkurin vann virðislønina fyri ársins tekst. Hetta fyri Támsins Likam.
- Eg dugi ikki at síggja, hvussu eg kundi gjørt tað, sum eg geri, uttan mínar bólkalimir. Tað er fantastiskt at fáa hesa álitsváttan. Túsund takk fyri, segði Jón Aldará millum annað.
Hamferð góvu útgávuna “Támsins Likam” út í januar í fjør og vóru í hesum sambandi á konsertferðum í Evropa.
Theodor Kapnas, framleiðari hjá Hamferð, fekk virðislønina sum ársins framleiðari. Hann takkaði fyri:
- Tað eru farnir ófatiliga nógvir tímar í hesa fløguna. Eg eri heppin at arbeiða við einum so dugnaligum orkestri, segði Theodor Kapnas.