Á jólum kann man loyva sær eitt sindur meira

- Tað fellur ein sovorðin friður yvir alt hjá mær, tá tað er jól, sigur Gunnar Nielsen, sum heldur jól í Íslandi í ár.

 

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Vit halda jól í Íslandi, og so kemur systir konu mína við familju til Íslands at halda jól saman við okkum. 

Tað sigur Gunnar Nielsen, sum allir føroyingar kenna frá fótbóltinum.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Nei, ikki sum so. Vit halda jólini heima saman við familjuni, so vænti ikki, at tað ávirkar so nógv í ár. 

Hvat verður á borðinum jólaaftan? 

- Tað verður dunna við øllum, sum har til hoyrir. So, eg kann siga, at hetta verður nokso klassiskur jólamatur. 

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? 

- Har má eg vera erligur og siga, at konan stendur fyri tí mesta, men eg keypi tó gávuna sjálvur, sum hon fær frá mær.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Tað fellur ein sovorðin friður yvir alt hjá mær, tá tað er jól. Tá er eisini altíð feria frá fótbóltinum sum merkir, at man kann loyva sær eitt sindur meira við mati og øðrum, sigur Gunnar Nielsen.