Jólini nærkast

Nú oktober nærkast endanum, byrja tankarnir uttan iva at snúgva seg um jólaborðhaldini. Hotel Norð á Viðareiði bjóðar viðskiftafólkum eina stóra jólabuffét við 35 ymiskum rættum. Har bæði felagssangur og undirhald verður undir borðhaldinum.
Jólaborðhaldini verða hildin trý kvøld. Tað fyrsta verður tann 20. november, tað næsta 27. og tað seinasta tann 11. desember.
Av hotellinum verður sagt, at almennur dansur verður eisini frá midnátt øll trý kvøldini við ymiskum bólkum. Somuleiðis er møguleiki fyri at gista.
Bussur koyrir til og frá Viðareiði, og borð kunnu bíleggjast á tlf. 217020