Jólabýurin verður aftur í Havn hesi jólini Aftur í ár fer hugnaligi jólabýurin at prýða Tinghúsgarðin í Tórshavn. Møguleiki verður sostatt hjá skúlaflokkum, áhugafeløgum, ítróttarfeløgum og øðrum eldsálum at selja alt sum hoyra jólunum til, eitt nú vaflur, kakao, gløgg, sukurlátu, jólaprýði osfr. Og tey, sum eru áhugað, kunnu seta seg í samand við Kunningarstovuna.