Jólini hava stóran týdning

- Sum útisiglari roynir tú at planleggja, soleiðis at tú í minsta lagi ert heima onnur hvørji jól.

 

 

Hvar vera jólini hildin í ár?

- Jólini vera hildin heima á Sandi. Jú, korona broytir jólini nakað, sigur Evald Fróði Sólvitsson, sum er útisiglari.

Hvat var á borðinum jólaaftan?

- Jólaaftan høvdu vit ræstan bógv.

Evald Fróði Sólvitsson hevur keypt jólagávur, og tær vórðu allar keyptar í góðari tíð.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava stóran týdning. Sum útisiglari roynir tú at planleggja, soleiðis at tú í minsta lagi ert heima onnur hvørji jól saman við familjuni, sigur hann.