Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima saman við familju, børnum, svigerbørnum og abbabørnum.
Tað sigur Jógvan Martin Olsen á Toftum.
Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?
- Ja, vit plaga at vera til kirkjugongd í Fríðrikskirkjuni, og hetta er nakað, vit koma at sakna í ár vegna korona. Annars royna vit sum frægast at innrætta okkum eftir koronu-tilmælum.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan hava vit vanliga dunnu og gás saman við øllum góðum, hvít eplir, búnka eplir, valdórssalat, reyðkál og verðins bestu sós. Oman á hava vit rísalamande við karamellusós, kirsuberjasós og mandilgávu. 1. jóladag er, og 2. jóladag er ræst kjøt.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi gávu til konuna, og restina av gávunum syrgir konan fyri, og tað dugir hon væl.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Haldi, at jólini geva okkum stundir at reflektera yvir lívið sum heild. Vit steðga líka sum á, líta aftureftir og vóna tað besta frameftir. Jólini koma sum eitt ljóspunkt í einari myrkari tíð. Haldi, at jólini fáa okkum at lýsa upp og fokusera upp á nøkur ting, sum binda familjuna saman upp á fleiri mátar. Serliga, tá vit eru so heppin við at eiga fleiri abba-og ommubørn sum fylla nógv á ein góðan máta, sigur Jógvan Martin Olsen.