Jólatrø
Vágar:Mánakvøldið varð jóaltræið í Sandavági tendrað, og mikukvøldið vóru tað bígjgarfólk, sum savnaðust til hugnaløtu kring jóaltræið í bygdini.
Sandavágsfólk eru væl fyri við kommunalum jólatrøum, hóast tað er stóra jólatræið á Nullinum, sum er høvuðstræið. Umframt stendur eitt á hólminum í ánni uttan fyri kirkjuna, og eitt minni aðrastaðni í bygdini.
Jólatræið í Sandavági varð tendrað mánakvøldið, har David Johannesen, sóknarprestur, helt røðu, og Sórvágs Tónleikarafelag spældi jólaløg. Eisini barnakórið í Meinigheitshúsinum í Sandavági setti sín serliga dám á løtuna við sangi.
Ikki færri enn tveir jóalmenn vitjaðu eisini sandavágsfólk hetta kvøldið, og nógv vóru tey, bæði børn og vaksin, sum forvitin vóru at vita, hvat gott teir høvdu í posanum.
Tá barnakórið hevði sungið nakrar sangir, varð farið í SÍF húsið, har Sandavágs Kommuna beyð kaffi og lagkøku, saman við rís alamande. Heilt fitt av fólki var smankomið hetta kvøldið í Sandavági.
Eisini í Bø savnaðust fólk um jólatræið í vikuni.
Mikukvøldið varð jólatræið í Bø tendrað, og eisini har var Sørvágs Tónleikarafelag og lat sína jólatónar ljóða. Og Bíggjarkórið sang.
Jóannis Petersen, deknur í Bíggjar Kirkju, las jólaevangeliið, og eftir samkomuna beyð borgarstjórin øllum til ein drekkamunn og køkur í skúlanum.
Eisini í Bø var væl av fólki komið saman, tá jólatræið varð tendrað. Serliga stuttligt hildu fólk tað vera, at eisini bíggjarfólk, sum búgva aðrastðani, eitt nú í Havn, vóru komin vestur gjøgnum nýupplatna tunnilin hetta kvøldið.










