Jólatræið á tinghúsvøllinum í høvuðsstaðnum verður tendrað klokkan 15.30 í dag ?Jól í Miðbýnum? verður sett í gongd í dag. Frá klokkan 10 á morgni verður jólasøla hjá Føroya Heimavirkisfelag. Talan verður um 50-60 básar, sum verða í Reinsarínum, Perluni, Miðlahúsinum, Tjóðpalli Føroya og Posthúskjallaranum. Opið er millum klokkan 10 og 19
Millum klokkan 13 og 19 fer fotografurin, Sunnva Eysturoy at taka jólamyndir í Snarskivuni.
Klokkan 13 letur Jólamarknaðurin á Vaglinum upp. Á Vaglinum verður m.a. søla av jólabakstri og prýðislutum. Eisini verður jólakarrusell á økinum. Eisini verða framsýningar í teimum lítlu jólasmáttunum. Jólabakaríið er opið fyri øllum børnum. Sølutjøld og Pannukøkuhúsið selja á Gongugøtuni.
Klokkan 14.30 skipar Tutl fyri einari ?Karaoke? hugnaløtu fyri børnum. Sungið verður eftir DVD?ini ?SYNG VIÐ?.
Nissutorgið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er opið millum klokkan 15 og 19. Í húsinum búgva 70 livandi og minni livandi nissur. Jólaspøl verða spæld og tónleikur verður at hoyra.
Klokkan 15.30 byrjar hátíðarhaldið á Vaglinum. Havnar Hornorkestur fer at spæla. Bergur Debes Joensen, prestur og Heðin Mortensen, borgarstjóri fara at flyta fram røðu.
Klokkan 16.30 fara jólamennirnir at ganga runt við karamellum. Barnakórið í Musikkskúlanum syngur á Ebenezer?trappuni klokkan 16.30, og klokkan 17 verður konsert í Havnar kirkju.