Í morgin - týsdagin klokkan 17 - kemur jólaskipið á vitjan í Leirvík.
Tað er altíð sannur jólahýrur millum fólk, tá hugnaliga og vælprýdda jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur til bryggju. Bæði børn og vaksin gleða seg hvørt ár til hesa hátíðarløtu.
Úr Leirvík fer jólaskipið beinleiðis til Klaksvíkar, har tað leggur til bryggju klokkan 18, og í Klaksvík gleða tey seg so sanniliga eisini til hesa løtu.
Eysturkommuna bjóðar bæði børnum, foreldrum, ommum og abbum hjartaliga vælkomnum oman á bryggjuna í Leirvík at heilsa upp á jólamenninar.










