Jólaskipið í Klaksvík

Afturvendandi tiltakið í Klaksvík, tá jólaskrýdda Ågot kom inn eftir vánni seinasta sunnudag, eydnaðist til fulnar. Sløk 3000 fólk tóku ímóti teimum 20 jólamonnunum, tá teir komu i land við dráttin hjá kappróðrabátunum

Í Klaksvík er tað vorðið siðvenja at skipa fyri serligum tiltaki fyri jól.

Tiltakið var seinasta sunnudag, og byrjaði við at skipið Ågot kom jólaskrýtt inn eftir vánni við jólamonnunum, sum skemtaðust og gjørdu nógv um seg umborð. Jólamenn hingu í mastrunum, sendu rakettir upp í loft o.s.fr..

Niclas Heri Jákupsson, ein av stigtakararunum til tiltakið seinastu seks árini sigur, at ongantíð hevur tiltakið verið so stórsligið sum í ár.

Jólaskipið sigldi inn eftir vánni, og tá skipið ikki slapp longur inn á sandin, fóru allir jólamenninir í ein bát, og róðu inn á dráttin hjá kappróðrabátunum, har skótar við kyndlum tóku ímóti teimum, saman við stórari fjøld av bønumog tilkomnum.

Har vóru eisini vætrar á hestbaki, sum saman við skótunum og áskoðarunum í kyndlagongd fóru í mentanarhúsið Atlantis, har felagssangur o.a.var, eins og øll børnini fingu eina gávu frá jólamonnunum.

Í fjør vóru 1400 jólapakkar handaðir børnunum, og stigtakararnir siga, at enn fleiri børn vóru við í ár.

Tiltakið endaði við stórfingnum skreyteldi.

Alt arbeiðið í samband við jólatilakið í Klaksvík er sjálvboðið, og kosntaðurin av rakettum, skreyteldi, kyndlum, góðgæti o.ø. hevur vinnulívið í Klaksvík fíggjað.

Stigtakararnir vóna, at hetta tiltaki, sum nú hevur verið skipað í seks ár, verður siðvenja í framtíðini.