Jólaskipið er bygt á føroyskan samleika

Fyri 28 árum síðani kom fyrsta "jólaskipið" til Klaksvíkar. Tað vóru Niclas Heri Jákupsson og Emil Gunnarstein, sum tá sótu uppi á Brekku 41 í Klaksvík og hugsaðu um, at tað manglaði okkurt til børnini í Norðoyggjum á jólum.

 

 

–Vit sótu og hugdu gjøgnum vindeygað og hugsaðu, at vit burdu tikið stig til eitt tiltak, og tað skuldi vera okkurt, sum hevði við føroyskan samleika at gera, sigur Niclas Heri Jákupsson.

 

 

Hann greiðir frá, at teir vildu fegnir gera eitt gott og gevandi tiltak, har jólamenninir komu til býin á ein festligan hátt. Fyrst hugsaðu teir um, at jólamennirnir skuldu koma við brandbilum og síðani, at teir skuldi koma oman úr fjøllunum. Men teir vildu gera okkurt øðrvísi, sum eingin fyrr hevði gjørt. Teir vórðu til endans samdir um, at av tí at alt ríkidømið í Føroyum kom  úr havinum, so skuldi jólamennirnir koma við báti ella skipi.

 



Hevur altíð skapað
Tey, ið kenna Niclas Hera, vita, at hann altíð hevur nógv hugskot, og sum oftast arbeiðir hann við at seta okkurt í verk. Tað hevur eisini altíð verið umráðandi hjá honum, at hugskotini, ið verða sett í verk, hava okkurt við føroyskan uppruna at gera. Tað síggja vit aftur í øðrum verkætlanum hjá honum, so sum Føroya Sjómannadegi, Kópakonuni í Mikladali og í konseptinum um Trølla Pætur. 

 

 

–Tað hevur eisni okkurt at gera við at leita eftir tí ektaða og spyrja, hvat tað er, sum bindur okkum saman, og tað er ongin ivi um, at sjóvinna og fiskiskapur hevur havt nógv virði í Klaksvík, sigur hann um hugskotið handan bæði Jólaskipið og Føroya Sjómannadag.

 

 

Ein av orsøkunum til, at tiltøkini, ið hann hevur sett í verk, eru so væl eydnað, er, at hann hevur verið autentiskur og knýtt tey so tætt at tí føroyska samleikanum og virðunum, sum gjørligt. 

 

 

Fyrsta Jólaskipið

Fyrsta jólaskipið var reyði og jólaligi AWI 27 báturin hjá pápa Niclas Hera. Pápi Emil hjálpti at pynta bátin, og pápi Niclas Hera var skipari. Teir væntaðu ikki nógv fólk fyrsta árið, men tá hann og Emil sum jólamenn, og pápar teirra sum manning, komu siglandi inn eftir vágni, blivu teir bilsnir av, at so nógv fólk vóru møtt upp.

 

 

–Tá vit høvdu hugsað um hetta konseptið, so vóru vit eisini bangnir fyri, um tað nú fór at eydnast, sigur hann.

 

 

Niclas Heri greiðir frá, at hann minnist, at teir keyptu tvær karamellueskjur, tí so kundu teir geva børnunum karamellur, tá teir komu í land í lítla bátinum. Teir sigldu ikki út um Klaksvíkina, men nakað út, tendraðu síðani tvey neyðbluss og sigldu so inn aftur.

 

 

­– Vit vórðu tiknir á bóli av móttøkuni, og skundaðu okkum inn í Statoil, sum tað kallaðist tá, og keyptu seks karamellueskjur afturat, sigur hann.

 


Hann minnist, at tey næstu árini fingu teir fleiri vinmenn afturat sær, og síðani eisini Klaksvíkar hornorkestur og skótarnar, sum tóku í móti skipinum við kyndlum. Eftir tað var skrúðgonga niðan til vøllin, har borgarstjórin bar fram røðu. Tiltakið var tá nógv vaksið, og tað var á tremur við fólki.

 

 

Ågot sum jólaskip

Tiltakið var so mikið væleydnað, at tað bleiv ein fastur táttur í Klaksvík - og tá eigararnir og manningin á línuskipinum Ågot bjóðaðu seg fram at vera ein partur av tiltakinum, fekk tað bein at ganga á. Tá komu einir 10 jólamenn afturat, og knappliga pyntaðu teir bátin í fleiri tímar, og tóku eisini fleiri hundrað neyðbluss og flott fýrverk við.

 

 

Nógvir eru jólamenninir, sum hava hjálpt til øll hesi 28 árini, og nógv hava hjálpt og stuðlað - bæði privatpersónar og vinnulívið. Norðlýsið og Klaksvíkar Hornorkestur hava verið ein hollur stuðul øll árini, eins og Klaksvíkar Kommuna altíð hevur eggjað og stuðlað tiltakinum, greiðir hann frá.

 

 

Ársins Rósa
Í 2004 kom Ársins Rósa inn í tiltakið, sum setur fokus á persónar, sum í stillum hava gjørt vælgerandi arbeiði. Hetta var við íblástri frá Lægens Bord, sum í sjónvarpssending deildi "Månedens buket" út.

 

 

– Vit gjørdu eina nevnd, sum ár eftir ár fekk uppskot frá almenninginum um, hvør skuldi fáa heiðurin Ársins Rósa. Hetta er ein, sum ger vælgerandi arbeiði uttan at hugsa um vinning. Helst onkur, sum ikki buldrar avstað og ger nógv burturúr sær sjálvum, sigur hann.

 

 

Í dag eru fleiri jólaskip runt landið, og Niclas Heri heldur, at tað er bara at gleðast yvir, at onnur hava tikið táttin upp.

 


–Tað er fantastiskt. Eg havi ongantíð havt nakað ímóti, at nakar brúkar míni hugskot. Tey kunnu eisini brúka tey, áðrenn eg realiseri tey sjávur, sigur hann.