Jólahugni
Týsdagin 21. desember ? í dag ? fáa børn í Runavíkar kommunu vitjan av jólaskipi.
Skipið leggur at klokkan 18 í bátahylinum í Heiðunum við gamla handilin hjá Olivari, har tiltakið "Gomul Jól í Heiðunum" er.
Jólamaðurin og fleiri av hansara hjálparfólkum eru við umborð á jólaskipinum. Tey eru í jólahýri og hava óivað okkurt gott við til børnini. Møguliga verður eitthvørt spennandi at síggja eisini.
Gomul jól?
Tiltakið, "Gomul Jól í Heiðunum", verður eisini í kvøld, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja inn á gólvið í Gamla Handlinum hjá Olivari, har Orkis hevur jólasølu og á Gamla neystaloftinum, har skótarnir hava hugnaliga kafé.
Fólk kunnu eisini keypa sær eitt jólatræ heim við frá skótunum. Jólatrøini verða seld uttanfyri neystið.
Jólavikan?
Handlarnir, sum eru í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu, hava opið til kl. 20.00 hvørt kvøld til jóla og til kl. 22.00 lítla jólaaftan.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Runavíkar kommunu, siga tey á Kunningarstovuni í Saltangará.









