Tað kom einki jólaskip á Runavík týskvøldið sum ætlað.
Kunningarstovan í Saltangará sigur, at ferðin hjá jólaskipinum er útsett til í kvøld, mikukvøldið klokkan 18.
Jólaskipið leggur til bryggju í bátahylinum í Heiðunum við gamla handilin hjá Olivari, har tiltakið "Gomul Jól í Heiðunum" er.
- Jólamaðurin og fleiri av hansara hjálparfólkum eru við umborð á skipinum, og tey hava okkurt gott við til børnini, siga tey á Kunningarstovuni í Saltangará.