Jólaskinkan og Ostar

Johan Mortensen
Vegna Skinku og osta áhugabólkin
-----

Tað er stórur áhugi fyri okkara royndum við at turka skinkur og ostar og verður javnan spurt hvussu gongur, so ein lítil kunning er kanska relevant :

Í Januar 2011 hongdu vit 3 skinkutjógv upp í skinku- hjallin, hesi vigaðu 12 kg hvørt ! Aftaná at verða smurd inn í feitt, sum vant, hevur ikki verið mannahond á teimum. Í sambandi við KOKS bókina og stóra tiltakið har ma., nógvir útlendskir gastronomar vóru tilstaðar varð avrátt at royna eitt av hesum tjógvum.

Tjógvið, ella skinkan sum nú er rætta heitið, vigaði nú umleið 8 kg aftaná at hava hingið í lotinum í samfull tvey ár ! Tað var við sera stórum spenningi at smakkað varð. Tað vísti seg at skinkan er nøktandi turr, er ógvuliga vælsmakkandi og harmonisk og merkist eisini at vit hava nógv salt og aðrar spennandi smakkir og mikro-organismur í okkara veðurlagi. Bæði føroyingar og útlendingarnir sum royndu skinkuna vóru bilsnir yvir hvussu væl henda roynd er heppnast og er nú als ongin ivi um at sera stórur marknaður er uttanlanda fyri hesari framleiðslu. Vit eru samdir um at lata hini bæði tjógvini hanga eitt ár afturat og hava tær tá sama aldur sum heimskenda spanska Serrano skinkan sum hongur uppí í trý ár.

Okkara ostar, sum vit hongdu upp í September 2011 eru ikki minni spennandi. Nú teir eru um eitt ára gamlir fer stór broyting og búning fram og hava vit ein ost sum í dag í smakki og konsistensi er sera áhugaverdur og kann kappast við flestum útlendskar ostar av hesum slagi. Yvirhøvur øll tey sum roynt hava ostarnar hava bert gott at bera teimum.

Samanumtikið kann sigast at okkara veðurlag hevur sera stórar møgulleikar fyri slíkum framleiðslum og fara vit nú av álvara undir størri vinnuliga framleiðslu av skinkum og ostum og nýtið eg høvið at takka Vinnuframa fyri veittan stuðul til okkara verkætlan.

Eg vænti at 2013 verður eitt sera spennandi gastronomiskt ár og har vit fara at síggja nógv meira til vaksandi ráki og áhuganum fyri Norðurlendskum framleiðslum. Tað hevði verið ynskiligt at MBM og Bóndafelagið sýndu hesum nýbroti innan føroyska gastronomi størri áhuga tess limum at fíggjarligum frama.