Jólasølustevnan hjá VB nærkast

Jólasølustevnan hjá VB verður komandi vikuskiftið og umframt nógvar framsýnarar, verða eisini mangar forvitnisligar framførslur

 
Næsta vikuskiftið, tað vil siga um mánaðarskiftið, verður stóra jólasølustevnan hjá VB.
                 Í nøkur ár hevur VB havt sølustevnu undan jólum og er hetta vorðið afturvendandi tiltak. Vanligt er, at framsýnarar koma úr øllum landinum til Vágs at sýna fram, og so er eisini í ár.
                 Stevnan verður í VB-høllini dagarnar 29. og 30. november og 1. desember. Eini 20 framsýnarar sýna fram.
                 Umframt vørur av alskyns slag, so verður eisini undirhald á pallinum. Fyrireikararnir siga seg longu nú vita, at m.a. Brandur Enni og Guðrun Jacobsen fara á pallin at syngja. Brand kenna tey flestu, eins og tey flestu minnast Guðruna, sum hevur vunnið ársins songrøddkapping og sum skal til Danmarkar at royna seg í kapping hjá Danmarks Radio.
                 Mótasýning er eisini á skránni og leygarkvøldið spælir væl umtókti bólkurin Blanding til dans í VB-húsinum.