Jólasølustevna 2004

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar í døgunum 26 - 28. november 2004 fyri "Árligu Jólasølustevnuni"

Sølustevnan í ár byrjar fríggjadagin 26. november klokkan 18.00, og leiðslubólkurin fyri stevnuna hevur avgjørt, at dagarnir verða uppbýttir soleiðis:

Fríggjadagur 26. nov kl 18.00 - 22.00 Serligur barna og ungdómsdagur
Leygardagur 27. nov kl. 16.00 - 21.30 Bert fyri vaksin. Veitsla verður kl 22.15
Sunnudagur 28. nov kl 16.00 - 21.30 Familjudagur.
Leygardagin er aldursmarkið 16 ár.

Hetta er gjørt soleiðis, fyri at tær luttakandi fyritøkurnar betri kunna gera seg til, at taka ímóti, og geva sær tíð til røttu viðskiftafólkini.
Um fyritøkur vilja verða við á Jólasølustevnuni 2004, so er at melda til beinanveg á telefon:
21 67 39 Nichels Lútzen ella 21 25 60 Finn Johannessen.
Seinasta freist at melda til, er leygardagin 13. november
Leygarkvøldið verður veitsla í Café KÍ. Prísurin er 250kr fyri persón.
Eru serstøk ynski um ljós, ljóð, tekniskan streym við meira so er bara at spyrja Nichels Lútzen um møguleikar og prísir.