Hósdagin og fríggjadagin verður árliga jólasølan hjá verkhúsinum Stíggjur. Hetta er helst størsta tiltak, sum Stíggi skipar fyri. Tey hava arbeitt nógv við at gera klárt til jólasøluna.
Sosialurin var á gólvinum hjá Stíggi í gjár. Fólkini í Stíggi tóku væl ímóti. Blaðmaðurin var eitt sindur seinni enn ætlað, og tað skuffaði summi. Tey tóktust tó at vera glað, tá ið undirritaði endiliga kom á gátt, og tey stillaðu fegin upp til myndatøku.
Starvsfólkini vóru í fer við at rigga av, tí at dagurin var um at vera komin til enda.
Hósdagin verður jólasølan opin frá 14-18 og fríggjadagin verður hon opin frá 14-20. Tað eru vanliga nógv fólk og vitja jólasøluna hjá Stíggi. Hon gevur nógvar pengar, og er hon størsta inntøkan hjá Stíggi.
- Hetta er sera týdningarmikið fyri tey. Tað verður nógv gjørt burturúr jólasøluni. Hvør hevur sítt serøki, sum hann leggur seg serliga eftir. Summi arbeiða í verkstaðnum, meðan onnur mála. Tey eru øll sera spent til jólasøluna, sigur eitt av starvsfólkunum hjá Stíggi.
Tet tykjast øll at hugna sær saman í hølunum hjá Stíggi í Saltangará. Starvsfólkini halda, at týdningurin av einum slíkum verkhúsi ikki kann undirmetast.
- Tey hava tað gott her. Tað er sera týdningarmikið, at tey sleppa út at gera okkurt virksemi. Jólasølan er eitt av teimum stóru tiltøkunum hjá okkum. Annars rudda vit allan Skálafjørðin um summarið. Hetta dámar teimum sera væl. Vit ganga framvið fjørðinum og savna ruskið í dungar. Síðani fara vit eftir ruskinum við bátinum, sum Stíggjur eigur. Annars eru vit og ferðast uttanlands annað hvørt ár, og annað hvørt ár fara vit á útferð í Føroyum, siga tey í Stíggi.










