Eins og undafarin ár skipar Verkhúsið Virkni á Berjabrekku í Havn fyri jólasølu á stovninum. Talan er um hondgjørdar lutir, sum brúkararnir á stovninum sjálvir hava gjørt.
Jólasølan verður frá mikudegnum 28. november til og við sunnudagin 2. desember.
28. og 29. november er opið frá kl.14 – 18, 30. november frá kl. 14 –19, leygardagin 1. desember frá kl. 12 - 18, og sunnudagin 2. desember frá kl. 16 til 20.










