Leygardagin verður møguleiki hjá fólki at ogna sær nakrar av teimum lutum, ið brúkararnir á blindastovninum hava tilevnað gjøgnum árið. Tá verður tann árliga jólasølan á skránni.
Tey blindu og sjónveiki hava kýtt seg almikið, frá tí tey komu aftur á stovnin eftir summarfrítíðina og fram til desember mánað.
Á blindastovninum er nógv ymiskt hjá teimum at takast við. Hetta sæst aftur á jólasøluni, tí vørurnar, ið eru til sølu, eru ógvuliga fjølbroyttar.
Á stovninum hava tey træverkstað og vevistovu, har tey blindu arbeiða alt árið. Tað hendir eisini, at fólk koma inn at keypa onkran lut, ið tey hava gjørt. Harumframt er eisini vanligt hondarbeiði, sum verður til sølu.
Fleir ár á baki
Blindastovnurin hevur í fleiri ár skipað fyri jólasølu, har lutir verða seldir. Karin Kass, leiðari á blindastovninum, heldur, at tað munnu vera eini tíggju ár síðani, at tey á fyrsta sinni høvdu slíka jólasølu.
Hon sigur, at nógv fólk vitja hesar sølurnar, og oftast verða allar vørurnar seldar við brestin. So fólk mugu vera í góðari tíð, tí vørurnar eru eftir øllum at døma sera væl umtóktar av fólki. Jólasølan verður leygardagin frá klokkan 14 til 17.
Tey blindu hava lagt seinastu hond á verkið, og fríggjadagin fingust starvsfólkini við at seta alt fram, so at alt skuldi vera so prýðiligt sum gjørligt.
Í løtuni eru eini 30 blind og sjónveik, ið hava sína dagligu gongd á blindastovninum, og tað eru hesi, ið hava gjørt allar lutirnar.
Tað má sigast, at hetta eru væla verk, sum tey hava latið úr hondum. Har eru stólar, krakkar, bustir, ljósastakar og leypar, ið eru gjørdir á træverkstaðnum. Tey litføgru teppini eru gjørt á vevistovuni. Hesi verða framleidd alt árið.
So eru aðrir lutir, ið eru meira knýttir at jólunum. Har eru nissur, piparnøtir, jóladekoratiónir og jólastjørnur. Hálsprýði og armbond eru eisini at fáa.
Silvurketurnar eru ógvuliga væl umtóktar, og tær verða eisini at fáa leygardagin.
Við at skoða hesa jólasøluna sæst, at tey blindu hava nógv ítriv, har tey kunnu gera nakað til nyttu, hóast tey eru blind ella sjónveik.
Umframt sjálva søluna er eisini møguleiki hjá teimum vitjandi at keypa sær kaffi og køkur.