Árliga jólasølan hjá Verkhúsinum Stíggi í Saltangará verður leygardagin 23. november frá klokkan 10 til 18.
- Vit fara at selja hondgjørdar lutir úr træ, eitt nú krakkar, hillar, hjørtu og annað. Vit fara eisini at selja bundnar og seymaðar lutir, og her eru nissur, jólamýs, einglar, borðlappar og nógv annað forvitnisligt.
Á Stíggi siga tey, at tá jólasølan verður, fara tey eisini at selja kaffi, rísalamande og eplaskivur, og tombola verður eisini á skánni.