Í skúlanum, sum liggur við Oyraveg 7, er jólakafé og jólasøla, og her er høvi hjá fólki, sum leita sær á gátt, at keypa sær ymiskt, sum fólk í Sundalagnum hava gjørt.
Her ber saktans til at finna eina góða og fjálga jólagávu til ein av sínum kæru, vinum ella kenningum – og her fæst eisini ein góður drekkamunnur aftur við nýbakaðum vaflum.
Tað var longu leygardagin hin 30. november, at jólakafé’in og jólasølan lótu upp í gamla skúla á Oyri.
Nú vit gott og væl eru komin inn í jólamánaðin, verður jólakafé’in og jólasølan á Oyri opin hvønn dag uttan mánadag, vanligar yrkadagar og sunnudag frá klokkan 16 til 20.
Leygardagar verður opið frá klokkan 13 til 17, og soleiðis verður eisini leygardagin hin 14. desember.
Í dag, sunnudagin 8. desember og sunnudagin 15. desember, verður eisini - eins og aðrar yrkadagar, undantikið mánadag - opið frá klokkan 16 til 20.
Á Facebook-síðuni – Jólacafé og Jólasøla í gamla skúla á Oyri – síggjast myndir av ymiskum handgjørdum pløggum og lutum, sum er á søluni.