Sum skilst, so er hetta ikki nøkur heilt nýggj ætlan við stóra postkassanum í Skopun, sum jólamenninir eisini skulu hava sín part av.
Í hálvfjersunum plagdu tað nevniliga at vera jólamenn, ið bóru jólapostin út í hvørt hús í Skopun, men tann siðurin er eftirhondini útdeyður. Í Skopun hava tey tí lagt høvdini á blot, fyri at finna eina góða ætlan fyri jólamenn og jólapost. Og nú er ætlanin vorðin til veruleika, millum annað tí nógvir góðir stuðlar tóku lógvatak um bygdina og ætlanina.
Adressan hjá jólamonnunum
Skopunar Kommuna hevur skipað fyri, at ein postkassi varð gjørdur. Ikki bert ein vanligur postkassi, men heimsins størsti. Heimsins størsti postkassi í Skopun fer at verða nýttur til allan vanligan post, men eisini til nakað heilt serligt.
Hetta fer nevniliga at vera adressan hjá føroysku jólamonnunum. Postmenninir siga, at tað hvørt ár eru í hópatali av børnum, ið senda brøv til jólamenninar, men postmenninir hava higartil ikki heilt vitað, hvar brøvini skuldu berast út. Men tað vita teir framyvir.
Øll brøvini sum verða send til jólamenninar fara at verða organiserað, lisin og eisini svarað!.
Her kunnu børn sostatt nú senda síni ynski til jólamenninar, sum so fara at svara øllum børnunum aftur til jólini í komandi ári.
1.sunnudag í atvent fara jólamennir at koma oman úr fjøllunum at vita, um nakar postur er til teirra, og teir vóna, at nógv fólk fara at verða spent til hendan dagin, tá okkurt heilt serligt væntandi verður gjørt burturúr.
Merkisdagurin trettandi
Úr Skopun siga tey, at tey eru ógvuliga spent uppá postkassatiltakið, sum bæði fer at seta Skopun á heimskortið, eins væl og á Føroyakortið.
Nú eiga tey heimsins størsta postkassa, men tey vóna, at hetta eisini fer at gera Skopun til eina jólabygd í Føroyum, og at fólk fara at vera spent uppá at síggja jólamenninar koma oman úr fjøllunum at tøma postkassan.
Ì Skopun var gamalt, at jólamenninir komu 1. Sunnudag í atvent, og at teir fóru avstað aftur trettanda. Tá var trettandi hildin sum ein merkisdagur, men eisini hesin siður er mest sum útdeyður nú.
Tiltakið við postkassanum og jólamonnunum fer tí vónandi eisini at gera trettanda til ein merkisdag aftur, tí tá fara jólamenninir niðan aftur í fjøllini, har teir búgva.










