Jólamenn vitja børn í Eysturoy

Í dag steðga jólamenn í brandbilum við jólatrøini í øllum kommunum í Eysturoy

Jólatiltak

Kunningarstovnurnar í Eysturoy ætla ikki, at desember mánaði skal fara fram við uttan, at øll børn í Eysturoy skulu hava havt møguleikan at síggja jólamannin - og eisini hava fingið okkurt gott frá honum.
                      Aftur í ár verður nevniliga skipað fyri serligum jólatiltaki í oynni, og hetta tiltak verður longu í dag, leygardagin 14. desember.
                      Jólamenn í tveimum brandbilum fara at koyra runt alla Eysturoynna og geva børnunum okkurt gott.
                      Annar brandbilurin byrjar byrjar á Strondum kl. 11 í morgun og hin í Oyndarfirði kl. 13.00. Koyrt verður, til jólamenninir hava vitjað í øllum kommunum í oynni, og seinasta vitjanin verður á Toftum kl. 17.30.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skráin

Brandbilarnir við jólamonnunum steðga við jólatrøini í ymisku kommununum.
                      Steðgirnir verða hesir (brandbilur 1): Strendur (11.00), Skáli (11.45), Oyrarbakki (12.45), Eiði (13.30), Gjógv (14.15), Funningur (15.00), Funningsfjørður (15.30), Runavík (16.30) og Toftir (17.30).
                      Brandbilur 2 steðgar soleiðis: Oyndarfjørður (13.00), Gøta (14.30), Leirvík (15.15) og Fuglafjørður (16.30).