Jólamenn við jólaskipi

   

Leygardagin kl 15 legði jólaskipið við jólamonnunum at bryggju í Vágsbotni í Havn.
Tað er fastur siður, at jólamenninir koma til høvuðsstaðin á henda hátt. Eftir hugnaløtu við jólatónleiki niðri á bryggjuni í Vágsbotni løgdu jólamenninir leiðina niðan í býin, har teir góvu størri og smærri børnum karamellur og annað gott.
Sosialurin hittir hesar kátu jólamenninar í Grasagarði.