Vanligi borgarin er so við og við farin at gjøgnumskoða fanatisku grønistarnar við teirra stórsligna og sjálvshevjandi morali. “Fupp”, hugsar merilutin
Um vit skula trúgva veðurlagskirkjuni, eru bert fjúrtan dagar eftir at “redda heimin”—tvær vikur, av tí at hetta er ætlaða tíðarskeiðið fyri veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn at finna eina loysn uppá “mannaelvda alheimsupphiting”.
Og um tað veruliga bert eru fjúrtan dagar eftir, áðrenn vit øll eru ferdig og fordømd, tá er tað av sonnum hjartagrípandi at síggja hasi á leið tjúgu túsund sendifólkini fara hiðani við stíli. Meiri enn 1200 limusinar hava gjørt landgongu í danska høvuðsstaðnum (gloym alt um almenn flutningsgøgn). Nógvir teirra hava koyrt fleiri hundrað kilometrar frá Týsklandi og Svøríki.
Tann stóra útláts-festin fer tó fyrst í álvara at rokka í endanum av ráðstevnuni, tá ið bossarnir detta inn á gólvið við gott og væl 140 privatum jetflogførum. Tað er hetta slag av atferð, sum fær nøkur okkara at ivast í, um hesir heimsleiðarir, ið gerandisliga halda revsiprædiku fyri sínum syndugu borgarum um teirra CO2-útlát, trúliga trúgva tí, teir siga um tann helvitiseld, ið stendur fyri durum, um ikki vit gera, sum teir siga... “tí at vísindin sigur so”, hvat hon yvirhøvur ikki ger.
Ráðagerðin hjá økofasistum um antropogeniska alheimsupphiting, ella ManBearPig, er annars rættiliga rátt og heldur yndisliga avdúkað, eftir at ein teldusníkur breyt inn í teldurnar hjá veðurlagsgranskingarstovuni við lærda háskúlan í East Anglia, og gav 61 megabýtum av trúnaðarfílum sítt rættvorðna frælsi (takkarprei til Watts Up With That?, The Heartland Institute og Delingpole).
Tá ið tú lesur fílarnar—harímillum 1079 teldupostar og 72 skjøl—sannar tú, akkurát hví vísindafólkini í “Climate Research Unit” við universitetið í East Anglia høvdu eitt gudiligt ynski um at stempla teir sum loyndarmál.
Andrew Bolt, avstralskur tíðarhøvundur, metti gølusøguna, ið enn einaferð avhyljar mytuna um alheimsupphiting, at vera “the greatest in modern science”. Sum tú smáflennandi fert frá einum átuligum meyli til annan, ætlandi ein veksling millum tey mest víðgitnu vísindafólkini, ið messa hasa menniskjahatandi teoriina um mannaelvda alheimsupphiting, er tað forbiið trupult ikki at halda tað sama sum hr. Bolt.
Tó, “Climategate” er ikki ein gøla, tú kanst halda á við at flenna innantanna eftir, tá ið hon er skammilig og skakandi upp í sama krók. Trúnaðarfílarnir benda á og mæla til samansvørjingar, avtalað spæl til tess at, í ovurmát, ógvusligera hitadáta, ólógliga týning av flóvisligum upplýsingum, ið ikki sampakka við trúnna hjá valdsgraðum vísindafólki og alarmistiskum marxistum, fakliga og persónliga kúging, manipulering av dáta, privatar viðurkenningar um beinleiðis brek og ósannindi í teirra almennu hevdanum, og nógv meira.
Serfrøðinganevndin hjá ST á veðurlagsøkinum, IPCC, grundar ein stóran part av sínum arbeiði, úrskurðum og fylgjandi tilmælum frá nettupp hesum veðurlagsgranskarum frá University of East Anglia.
Somu tilmæli, apokalyptisk í bæði frælsistøku og pengaoyðsli, ið landsprestarnir við sínum smáligu og týdningarleysu umhvørvisstovum og ráðum nú møtast í Keypmannahavn um.
Tilmæli, ið eru neyðug hjá prestunum so at røkka eini avtalu, sum síðani skal kunngerast sínum skítbýttu undirsáttum—ja, tað eru so tú og eg. Avtalan fer so ella so at vísa á, at landstopparnir og vigtig-Connie hava bjargað verðini... men fer sjálvandi ikki at avdúka, at tað eru tú og eg, ið fara at rinda rokningina fyri ein, í ringasta føri, ikki-eksisterandi trupulleika, í besta, fúlt yvirmettan ein.
Tað er jú gaman í hjá Bjørt Samelsen og Anniku Olsen at fortelja okkum, hvussu vit øll somul skula forbrúka minni, og at tær, hvør einsæris, gera nakað fyri at minka um CO2-útlátið við at hava skift nærum alla elektriska útgerð út í húsinum, og tí nakað “fyri” umhvørvið—sum var tað ein altyvirskuggandi yvirpersónur. Feitt, tit báðar, men hetta er altso ikki ein møguleiki hjá flest húsarhaldum, við tað at tey ikki kunna dúva uppá eina skattafíggjaða pensjónsskipan og løn, sum sigur spar tvey til okkum deyðiligu—fyri síðani at kompensera teirra mangul uppá útlát heima við hús við nøkrum flogferðum ella seks!
Óansæð, og aftur til Climategate, tí sum við øllum øðrum hendingum, sum ikki klemma umhvørvisprædikuna hjá lokala høvuðsprestinum ytst úti á vinstravonginum, hann sjálvur, fremsti profeturin hjá skjótt veðurlagsklokkandi Jógvani Fríðrikssyni, hevur ikki nakað nevnisvert, um yvirhøvur nakað, verið at frætt frá okkara ryggleysu og litaðu fjølmiðlum um hesa mest tíðindaríku gølu, sum ístaðin má liva sítt lív á alnótini, har hon hinvegin hevur fingið veingir.
Bara tríggjar dagar inn í COP15 fóðraði Elin W. Poulsen, umboðandi Kvf, sum ein liður í hennara troyttandi progpaganda—og enn einaferð heilt ókritiskt og uttan nakra redaktionella linju—okkum við eini nýligari útsøgn frá ráðstevnuni, ið avdúkar, at heimurin er heitari nú (enn nakrantíð fyrr síðani 1860). Men tølini, um frøkun Poulsen bara tímdi at nákanna hevdanina, eru gomul og langtsíðani afturvíst vegna óbrúkiligar mátingar. Ikki tí, sum óáhugað í hinari síðuni, ið húsar ein vaksandi og avgerandi part av samlaðu vísindaverðini, er hetta óáhugavert.
Tann mest skaðandi opinberingin eru allir hasir meylarnir, ið snúgva seg um, hvussu hitafikseraðu “vísindafólkini” fleiri ferðir og avbera uppfinnsamt annaðhvørt hava masserað, lagt hald á ella strikað próvtilfar til tess at stuðla síni søk—hvør enn hon mátti verið.
Ná, men her eru so nøkur dømi, ella bestubitar:
Manipulering av prógvum:
“I’ve just completed Mike’s Nature trick of adding in the real temps to each series for the last 20 years (ie from 1981 onwards) and from 1961 for Keith’s to hide the decline.”
Privatur ivi um heimurin veruliga er fyri eini upphiting:
“The fact is that we can’t account for the lack of warming at the moment and it is a travesty that we can’t. The CERES data published in the August BAMS 09 supplement on 2008 shows there should be even more warming: but the data are surely wrong. Our observing system is inadequate.”
Dyljan av próvtilfari:
“Can you delete any emails you may have had with Keith re AR4?
Keith will do likewise. He’s not in at the moment—minor family crisis.
Can you also email Gene and get him to do the same? I don’t have his new email address.
We will be getting Caspar to do likewise.”
Harðskaps-fantasiir ímóti víðgitnum, men kritiskum veðurlagsgranskara:
“Next time I see Pat Michaels at a scientific meeting, I’ll be tempted to beat?the crap out of him. Very tempted.”
Royndir at grýluklæða ólagaliga sannleikan um miðaldarliga hitaskeiðið (MWP):
“… Phil and I have recently submitted a paper using about a dozen NH records that fit this category, and many of which are available nearly 2K back—I think that trying to adopt a timeframe of 2K, rather than the usual 1K, addresses a good earlier point that Peck made w/ regard to the memo, that it would be nice to try to “contain” the putative “MWP”, even if we don’t yet have a hemispheric mean reconstruction available that far back…”
At enda, og mest atfinningarsamt, kemur eitt longri samskifti um hvussu teir best kroysta “ólýdnar veðurlagsfrøðingar” út úr “vísindaliga samfelagnum”. Altso, hvussu teir kunna skapa eitt vísindaligt klima, har hasi, ið ikki taka undir við antropogeniskari alheimsupphiting, kunna flokkast sum serlingar.
Í Keypmannahavn fara økofasistarnir at koma við einum ótali av hatskum lygisøgum og fjákutum lýsingarátøkum, har teldugjørdar hvítabjarnir detta av himni og eksplodera “av tí at, ja, líkasum, mævir, tað er líkasum sovritt, sum hendir, hvørja ferð tú ferðast við einum bad ass flogfari”.
Nei, verðin er ikki vorðin heitari, men kaldari. Og vanligi borgarin er so við og við farin at gjøgnumskoða fanatisku grønistarnar við teirra stórsligna og sjálvshevjandi morali. “Fupp”, hugsar meirilutin, sum er farin at troyttast av einum fisedýrum og fullvegis óbrúkiligum økopolitikki, ið otar seg inn á okkara borgararættindi.
Skjótt fer tað at vera eins og hjá Føroya Tele, har tú skalt betala “ómaksgjald” bert fyri at hyggja inn í hasa pengahálandi búðina. Tí tað er ikki tað, sum ikki skal gerast nú “orsaka av veðurlagsbroytingum”; líka frá hægri skatti og avgjøldum til nýtslurokningar. Men stúr ikki, tí um ikki so leingi fer “skeptiska” áskoðanin eisini at vera ein meiriluta-áskoðan!
Tað er faktiskt óluksáliga torført at taka yvirdeterministisku veðurlagskirkjuna í álvara, tá ið hon so glúpskt er ímóti einastu teknologiini, ið riggar; einasta teknologiin, ið bumbusikkurt og úrslitagott kann minka “mannaelvt útlát av vakstarhúsgassum”. Atomorka, sjálvandi. Og hetta, samtíðis sum kirkjan er eins glúpskt fyri at minka um nettupp hatta útlátið.
Ótrúligt. Og tó, tí sært tú, fyri veðurlagskirkjuna er hetta, at minka um hatta vælsignaða útlátið, einans ein máti at røkka einum politiskum máli, hon annars ikki hevði rokkið.
Tí er tað, sum eg so ofta havi ført fram, at tá ið alt kemur til alt, hava vit við eina ideologiska klovning at gera. Tvær politiskar sannføringar. Sannføringin, at mannaættin er ónd og ússalig og dálkandi, og tí má ráða sær og heldur venja seg við at spenna reimina til gagns fyri klótuna, er jú sera konservativ. So sera sosialistisk.
Harafturímóti er sannføringin, at mannaættin er góð og før fyri at finna uppá innovativar teknologiskar loysnir til núverandi avbjóðingar, av tí at menniskju natúrliga eru produktiv—og nakað, vit yvirhøvur ikki skula skammast um—sera progressiv. So sera liberalistisk.
Enn er tó langt á mál áðrenn almenni hýrurin og vísindaligi sannleikin sæst aftur hjá okkara fólkavaldu lógarsmiðjum. Enn eru ov nógv seráhugamál knýtt at mannaelvdari alheimsupphiting, missurin ov mektigur, bæði hvat pengum og umdømi viðvíkur. Hinvegin, máti skal eisini vera við, huvssu leingi tú kanst trúgva uppá jólamannin.
Men eitt eri eg so fullvísur í, og tað er, at tað munnu vera fáir “sýtarir”, ið verða umvendir av at síggja træklemmandi sendifólk við egnum sjaføri fretlandi aftur og fram í Keypmannahavn.