Ein stuttlig, nútímans søga um jólamannin Øll vilja kanna sær jólamannin.
Í Føroyum siga vit, at hann býr í fjøllunum, onkur sigur hann býr á Norðpólinum, onkur sigur í Grønlandi, men í Finlandi siga tey fyri vist, at hann býr á einum fjalli, sum á finskum eitur Korvatunturi, og sum á føroyskum eitur Oyrnafjall.
Har er ein heil bygd, og har eru vættrar, hvørs einasta endamál í tilveruni er at gera jólagávur til øll børn, sum eru fitt, og tað eru jú øll børn!
Mauri Kunnas hevur megnað at gera søguna um jólamannin til eina hugnaliga, men eisini nútímans søgu um jól: Jólamaðurin lesur krimisøgur, sum jú er so uppi í tíðini, og jólamaðurin og vættrarnar fara sjálvandi við jólagávunum á sletum við reindjórum fyri, men eisini í flogførum, tí hvussu skulu tey annars røkka øllum heimsins børnum og sum jólamaðurin plagar at taka til: Hvussu í verðini kláraðu vit okkum í gomlum døgum?
Jólamaðurin er ætlaður teimum 3-6 ára gomlu. Regin Debess týddi. Bókin er innbundin, 48 bls. og kostar 130 kr.