Gamli Jólamaðurin, sum áður sat so trúliga upp undir hvørji jól í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin og skrivaði niður jólaynski, er nú komin aftur á gamla pláss sítt í sama, gamla vindeygað.
Mong munnu minnast, hvussu jólini fyrst vóru veruliga í hondum, tá Jólamaðurin var at síggja har. Børn eins væl sum vaksin gleddust um at síggja hesa hugnaligu býarmyndina, sum á sín serstaka og einfalda hátt boðaði høgtíðina, sum nú var í hondum.
Fyri nøkrum árum síðani orkaði Jólamaðurin tó ikki meira. Ellin hevði fingið tak í Jólamannin, og noyddist hann at siga starvið frá sær, hóast hetta helst varð gjørt við ringum tannabiti.
Fólkini handan Skipalistan hava tó fingið hugskotið at hava jólasýning í hesum sama glugga. Og so var heldur ikki fjart at hugsa sær, at fáa gamla jólamannin aftur á staðið.
Og hetta hevur nú eisini borið til. Eitt nú hevur Sosialurin skrivað um illa fyrikomna jólamannin. Svenn Nørspang, sum eisini helt hetta vera synd, setti sær tí fyri at leggja jólamannin undir skurð. Nýggjan motor fekk hann frá Leif Mohr, og Svenn hevur so sjálvur gjørt nýggja streymveiting. Skurðviðgerðing eydnaðist, og sjúklingurin livir enn.
Sum skilst, so var ætlanin eisini at keypa jólamanninum nýggj klæði, sum skuldu fíggjast við lovaða skattalættanum. Men tá hesin gjørdist til jólatrøll varð tann ætlanin av ongum.
Í ár hevur hann so staðið í einum minni glugga í handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu 6, men nú er hann so boðin oman á Áarvegin, har Skipalistin hevur jólasýning. Ein innbjóðing, sum hann við gleði hevur tikið av.