Í barnagarðinum hava vit fýra vættrar, ið eita Julius, Julianna, Ró og Bina. Hesar fara heim at vitja børnini hvønn dag í desembur mánaði, og sum oftast fylgir ein fitt søga við, tá ið tey koma aftur í barnagarð dagin eftir.
Henda mánaðin hava vit gjørt mangt og hvat, sum hevur við jólini at gera: Vit hava fyrireikað okkum væl til jólahaldið, ið varð hildið fríggjadagin 10. desember, har vit luttóku við sangi, sjónleiki og sølu av tí, ið vit hava virkað til í barnagarðinum. Eisini var kaffisøla og okkurt gott afturvið, eins og jólamenn og sjórænarar vitjaðu.
Annars hava vit gjørt ymiskt, ið hoyrir jólunum til. Vit syngja og læra okkum jólasangir og hugna okkum saman. Tey størstu børnini hava verið í gongd við at læra seg Lucia, og skuldu tey ganga Lucia á røktarheiminum Mørkin í Streymnesi og í barnagarðinum í Hvalvík.
17/12 fóru vit til barnaguðstænastu í Hvalvíkar kirkju, og eftir hetta ótu børn og starvsfólk jóladøgurða í barnagarðinum. Eisini fingu vit vitjan av Nissu-Poulinu, ið segði okkum eina jólasøgu hendan dagin.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.
myndir
JÓLAPRÝÐI
Børnunum dáma væl at gera jólaprýði, eins og henda myndin vísir
JÓLASØGA
Ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini í Hvalvík eru sera kreativ. Eitt av børnunum - Sarita - skrivaði hesa søguna og teknað eisini myndirnar til hana










