Jólaleikur í Havn um tríggjar vættrar

Um vikuskiftið fer Havnar Sjónleikarfelag at sýna jólaleikin ?Millum skins og hold?. Hetta er leikur ætlaður teim minstu og barnsligum sálum. Leikurin er týddur úr donskum og tað er Jens Kløft, sum hevur skrivað hann

Hann er um tríggjar vættrar, sum eru eitt sindur forvitnir og forherðaðir. Teir búgva millum skins og hold, og teir vilja gjarna vera saman við fólkunum. Men tað ber ikki til tí fólk hava ikki evni at síggja vættrar.

So er tað at okkurt óvæntað kann henda, okkurt sum órógvar fólkini og sum tey ikki fáa greiðu á.

Tað er Ria Tórgarð, sum leikstjórnar og leikarnir eru:

Barbara Hentze í Stórustovu, Hanna Flóvinsdóttir og Rasmus Eysturoy.

Sýningarnar byrja sunnudagin og eru hvønn seinnapart til og við 20. desember og tær eru í Sjónleikarhúsinum.