Glyvra kirkja hevur ognað sær eina jólakrubbu úr Italiu. Her er talan um Jesusbarnið í krubbuni, Mariu og Jósef, hirðar og vísmenn, kúgv og esil. Teir størstu figurarnir eru 120 sentimetrar høgir.
Jólakrubban stendur í nýggjara partinum av kirkjuni.
Tað er Edward Fuglø, listamaður, ið hevur sett krubbuna upp og hevur staðið fyri pallsmíðinum. Endamálið við jólakrubbuni er at visualisera - at gera jólaboðskapin ítøkiligan og nærverandi, bæði hjá børnum og vaksnum.
Jólakrubban er elligomul. Hon er næstan 2000 ára gomul. Kendast man vera søgan um Frans í Assisi, ið jólanátt 1223 hevði eina gudstænastu fyri íbúgvunum í býnum Greccio norðan fyri Róm. Í einari holu úti í skógini hevði hann latið smíðað eina krubbu við hoyggj og sett eina kúgv og eitt esil tætt við krubbuna. Frans hevði síðani messu framman fyri krubbuni.
Fleiri av kendastu jólasálmum okkara eru yrktir við jólakrubbuni í huga og í sambandi við jólakrubbur, ið vóru settar upp ymsastaðir. Her kann nevnast Eitt barn er føtt í Betlehem, "Her koma, Jesus, tíni smá, Í krubbu barnið Jesus lá og Nú ringja klokkur jólafest. Í hesum seinasta sálminum verður sagt við jólakrubbuni í huga ella standandi framman fyri jólakrubbuni: O, fara vit við stillum sinn, sum hirðarnir til barnið inn.
Jólakrubban í Glyvra kirkju verður tikin í brúk í sambandi við eina barnagudstænastu nú sunnudagin klokkan 11.
Tað verður Meinhard Bjartalíð, prestur, sum prædikar, og Barnakór Glyvra kirkju, ið telur 80 børn, fer at syngja.
Jólakrubban í Glyvra kirkju verður standandi frammi til á trettandu, 6 januar.










