Jólakrás uttan sukur og feitt

Sjálvt um tú hvørki kanst eta sukur og feitt - ella hevur ovurviðkvæmi, ið ger, at tú ikki kanst eta hvat sum helst - so nýtast jólini ikki at verða keðilig kortini. Vit borðreiða her við trimum leskiligum rættum, ið ikki standa eitt vet aftanfyri søta og feita jólamatin, vit vanliga kenna

Keðiligt er ikki at kunna eta tað sama, sum øll hini. Serstakliga nú stákast verður til jóla, nógv verður gjørt burtur úr matgerðini, og borðreitt verður tíðliga og seint við góðum mati og góðgæti.
Hetta kenna tey alt til, ið hava sukursjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu eta tað, sum teimum lystir.
Men tað eru ikki bara tey, ið eru sjúk, sum kenna sviðan av at eta sukur og feitt. Alt fleirri og fleiri fólk í vesturheiminum eru ov feit og fáa við árunum plágur, sum standast av nútíðar matvan-unum.
Og flest øll munnu eisini kenna til at oveta seg um jóltíðir og angra seg grønan aftan á hvørja máltíð um alt tað, sum aftur hesaferð fór niður í búkin.
Men tað ber til at finna upp á okkurt, ið hvørki er søtt ella feitt, og tað nýtist ikki at vera keðiligt, um bert hugflogið og viljin eru til staðar at finna fram tað, sum krevst til eina slíka máltíð.
Nú ein dagin vóru vit og vitjaðu Olgu á Toftum, sum hevði lovað at gera nakað av jólamati við okkum. Tá vit komu innar, var hon longu byrjað at matgera, og tað luktaði so væl, at tað skjótt fór at renna úr tonnunum.
Eftir at hava gjørt matin til, borðreiddi hon við trimum leskiligum rættum, og tað var við spenningi, vit settu okkum til borðs at smakka henda forkunnuga jólamat.
Og vit vóru sanniliga ikki vónsvikin, tí hesin heilsugóði jólamatur stóð ikki eitt vet aftanfyri søta og feita høgtíðskostin, vit vanliga kenna.
Fyrst fingu vit eina góða rótasúpan. Súpanin smakkaði sera væl og hitaði líka niður í tærnar, og reyði liturin gjørdi súpanina bæði átiliga og festliga.
Síðani borðreiddi hon við reyðum, gulum og grønum piparfruktum, fyltum við eitt nú rísi og soyakjøti. Hesin rætturin bæði smakkar og mettar væl.
Omaná gjørdi hon eina fruktsjele-dessert av jarðberum, søtaða við honningi.
Tað ber ikki til at greiða frá, hvussu væl henda dessertin smakkaði - hon má upplivast!
Henda sjáldsama jólamáltíð var eitt satt njótilsi frá byrjan til enda, og tað besta við henni var, at tú kendi teg als ikki ovmettan, hóast nógv var farið niðurum.
Vit fóru frá borðinum mett og væl sett, sannførd um, at jólini saktans kunnu verða góð uttan sukur og feitt.
??????
Rótasúpan - 4 fólk
Tilfar:
1 stór gularót
1 lítil reyðrót
1/4 sellarírót
1/4 hvítarót
1 persillurót
4 koppar urtabótarsoð ( buljong uttan fiti, ger og gluten)
1 spsk. Miso (instant)

Arbeiðsháttur:
?Sker røturnar í smáar bitar
?Kóka síðani røturnar í urtabótarsoðnum
í 10 minuttir við lágum hita
?Tak grýtuna av plátuni og koyr Miso pulvur í

Rótasúpanin er skjót at gera til og smakkar serstakliga væl.
Súpanin er best egnað køldu tíðina á árinum, við tað at hon gevur hita og orku.
Tað ber eisini til at skifta røturnar út vit tær røtur, sum nú einaferð eru at fáa til keyps.
?????????
Fylt piparfrukt ? 4 fólk


Tilfar:
1 koppur hálvkókað brún rís
4 piparfruktir
1 gularót
2 leykir
400 g tofu (soyakjøt)
3 tomatir
1 bát av hvítleyki
2 súpuskeiðir av olju
Salt og pipar

Arbeiðsháttur:
?Rív gularøturnar
?Sker leykirnar sundur
?Reinsa piparfruktirnar og goym toppin
?Sker eina tomat og topparnar av piparfruktini smátt sundur
?Rør alt hetta saman við rísi og tofu og fyll í piparfruktirnar
?Steik tomatirnar og leykin í olju og stoyt tað omanyvir piparfruktirnar
?Kóka í 40 minuttir í lítlum vatni ella set í ovnin
?Hav soya ella havraróma afturvið (havrarómi fæst til keyps í FK)

Tofu verður nýtt í staðin fyri kjøt og verður gjørt av soyabønum, vatni og sitrónsevju. Hetta skal rørast saman og standa í einar tveir tímar. Tað ber til at gera nógv niðurfyri og goyma tað í frystaranum. Tofu kann eisini keypast frá Olgu.
??
Jarðberjadessert ? 4 fólk

Tilfar:
200 g frísk ella fryst jarðber
3 koppar av vatni
1/2 kopp av rásukri ella hunangi
2 súpuskeiðir algupulvur

Arbeiðsháttur:
?Kóka berini í 5 minuttir og koyr rásukur ella hunang í
?Koyr síðani algupulvurið í
?Lat dessertina standa í frystaranum í 1 tíma
?Hav soya ella havraróma afturvið

Nærum alt tilfarið til hesar uppskriftir fæst í handlunum. Tað, sum ikki fæst, ber til at keypa frá Olgu. Hon leggur tó dent á, at hon selur bert tað, sum handlarnir ikki hava. Hon sigur, at sum oftast vilja handlarnir keypa tað heim, sum kundin ynskir.