Klaksvíkar Hornorkestur, sum hevur siðvenju at hava jólakonsert í Christianskirkjuni fram undir jólum, kundi í gjárkvøldið hátíðarhalda sína jólakonsert nr. 45 í røðini. Teir vóru eisini serliga væl upplagdir í kvøld og spældu upp til sítt besta - tú merkti straks, at her var hátíðardámur millum syllarnar.
Teir byrjaðu við Jólasyrpu, Christmas Swingalong og Jólatræið pyntað er í. Ovi Olsen stjórnaði orkestrinum, og tað ger hann altíð leikandi lætt, hóast hann ikki hevur tær stóru armrørslurnar. Tað er samljóð millum spælararnar og dirigentin, sum hoyrist aftur í spælinum. Dynamikkur er ein styrki - og hin serliga eyðkendi klangurin hjá Klaksvíkar Hornorkestri var har. Spældu væl, og serligt hanadlag hava teir til at spæla sálmar.
Klaksvíkar Hornorkestur plagar at bjóða ymiskum kórum og einstaklingum at vera við til jólakonsertina. Heraferð, til hesa serligu hátíðarløtuna, høvdu teir boðið SUÐ við. Tað var eitt ógvuliga beinrakið val!
SUÐ eru altíð góðar og hava ein dugnaligan og seriøsan dirigent í Steinvør Fonn. Flestu í kórinum hava gingið til sangundirvísing, m.a. hjá Suzanne Brattaberg. Tó dugur Steinvør so ómetaliga hegnisliga væl at ala tað besta úr øllum stemmunum, so heildin er sjálvsama væl samanhangandi. Altirnar og tær djúpu røddirnar, sum hava eina vakra fyllu, stuðla sjálvsama væl sopranirnar. Kórið vísti allar sínar mongu styrkir í kvøld, við hópin av soloum, duettum og trioum.
Pie Jesu av Andrew Lloyd Webber, sum kann tykjast ofta nýttur og ?forútsigiligur? fekk ikki minni enn eina endurføðing av Steinvør og Unnur Fonn, sum sungu solo í heimsflokki, meðan Jóhanna Johannesen spældi undir á urgu. Sera, sera flott!! Webber hevði verið errin, hevði hann hoyrt tykkum!
Eisini slapp Tóri Restorff Jacobsen uppí part við cello síni til lagið: Mítt hjarta tilhald hevur. Unnur og Ann Mari stóðu niðarlaga í kirkjuni og sungu fyri, Tóri spældi frammarlaga í kirkjuni og kórið stóð uppi við altarið. Serstakt og annarleiðis.
Sum onkur tók til eftir konsertina: SUÐ man vera eitt av Føroya bestu kórum! - Búði Steinvør í New York, ja, so var hon heimskend!
Eftir Suð, tók Klaksvíkar Hornorkestur við aftur og spældu til seinast Gleðilig jól, meðan øll reistust í kirkjuni og sungu við at lívsins kreftum, sum altíð - Ein sonn hugnalig og jólalig løta, sum Klaksvíkar Hornorkestur saman við SUÐ, skulu hava stóra tøkk fyri.
Nakrir teirra, sum spældu við fyri 45 árum síðani, spældu eisini við í gjárkvøldið: m.a. Otto Samuelsen, Jákup Sólstein, Magnus Mikkelsen, Martin Samson - Eiler Rasmussen og Alex Sólstein komu við árið eftir. Men sjálvandi sat Sámal Christiansen, sum var við at stovna Klaksvíkar Hornorkestur í 1950 og lýddi á í kirkjuni í kvøld.
Ein framúr góð konsert, bæði hjá SUÐ og Klaksvíkar Hornorkestri!! Takk fyri og tillukku við jólakonsertini, teirri fýratifimtu í røðini!
Orð og myndir: Dávur Winther