Jólakonsert við The Dreams

22. desember hevur Punk-bólkurin, the Dreams, jólakonsert í Ítróttahøllini í Hoyvík Hetta er næsta framførslan hjá bólkinum, síðani teir í august mánaði spældu á SummarFestivalinum í Klaksvík.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at bólkurin fer at spæla bæði kenda føroyska tilfarið hjá sær, eins og sangir av nýggjastu útgávuni.

Í løtuni eiga the Dreams fyri triðju ferð lagið, sum er ovast á danska Boogie-listanum.

Konsertin í Hoyvíkarhøllini er frá klokkan 18 til 19.