Jólakonsert í Vestmanna í kvøld

Í kvøld fara barnakór og sangór at syngja í Vestmanna og hornorkestur fer eisini at spæla

Í kvøld, mikukvøldið verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Barnakóri, Vestmanna Sangkóri og Vestmanna Hornorkestri.

 

Kór og orkestur syngja og spæla hvør sær og saman. Tað verður við eini fjølbroyttari skrá av føroyskum og enskum sangum, ið hoyra jólunum og hesi árstíðini til.

 

Kórleiðarar eru Rannvá Matras-Olsen fyri Barnakórinum, Benjamin Gaasedal fyri Sangkórinum og Atli Petersen fyri Hornorkestrinum.