Jólakonsert í Kvívík og Vestmanna

Sunnudagin kl. 16.00 hevur Vestmanna Sangkór konsert í Kvívíkar kirkju

Sunnudagin kl. 16.00 hevur Vestmanna Sangkór konsert í Kvívíkar kirkju, og kl. 19.00 hava Vestmanna Sangkór og »Kirkjukórið« konsert í Vestmanna kirkju.

Umframt kendar jóla- og adventssangir fer kórið at framføra Landate domino av Mozart.

Petra Iversen syngur solo og Martin R. Jacobsen hevur fylgispælið.

Eisini fara limir úr Vestmanna Hornorkestri, sum Atli Petersen er leiðari fyri, at spæla.

Kári Bæk stjórnar Vestmanna Sangkóri. Erla Olsen stjórnar »Kirkjukórinum«.