Jólakonsert á Glyvrum sunnukvøldið

Horntónleikur hoyrir jólunum til. Innnkomin úr kuldanum eftir at hava spælt til jólatræstendringar kring landið, hava Nes Sóknar Musikkfelag og Havnar Ungdómshornorkestur felags jólakonsert í Glyvra kirkju sunnukvøldið hin 4. desember klokkan 19.

Leiðari hjá báðum orkestrunum er Kenneth Jones, og sagt verður av Glyvrum, at skráin fyri konsertina er sera fjølbroytt, og eitt nú verða fleiri jólasangir á skránni.

- Orkestrini, sum luttaka á jólakonsertini, vóna, at nógv fólk leggur leiðina framvið Glyvra kirkju sunnukvøldið. Hetta er eitt gott høvi fyri at koma í jólahýr, og konserttiltakið er ókeypis, verður sagt av Glyvrum.