Árliga jólakonsertin í Fuglafjarðar Kirkju verður sunnudagin klokkan 16. Luttakandi á konsertini verða Petsi Tvørfoss, sum er sopransolistur hjá kórinum, síðani syngur Ása Dam jólavísu hjá Carolu.
Manskórbólkurin Teir Átta eru eisini á skránni við góðum jólavísum. Fuglafjarðar Sangkór framførður yndisligan kórsang á enskum, íslendskum og føroyskum, og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir jólatónleik við meira málmkendum ljóma.
Skráin er sum heild merkt av at jól eru í hondum, og tí verður sjálvandi nógvur jólatónleikur hoyra.
Eisini verður ein kaffisdussur at fáa í kirkjukjallaranum eftir lokna konsert.