Jógvan Hansen, Eivør Pálsdáttir og fleiri kendir íslendskir sangarar koma til Føroyar í desember, har tiltikna íslendska jólakonsertin, Frostrósur, er á skránni.
Frostrósur hevur verið eitt ævintýr síðani tað byrjaði, og í ár er konsert nr. 10 á skránni.
Frostrósur hava skapt sær fastan sess í jólafyrireikingini hjá tí íslendsku tjóðini, og verið tann mest vitjaða jólakonsertin í Íslandi undanfarin ár.
Konsertirnar snúgva seg um jólini, og at skapa vakran tónleik og eina ógloymandi løtu. Hetta er ein stór jólakonsert her teir bestu, sum tjóðin hevur at bjóða uppá, hittast saman við kórum landsins og orkestrum landsins- øll undir sama heitinum Frostrósur.
Hetta er konsert nr. 10 sum Frostrósur halda. Tað byrjaði í einari kirkju, men bleiv størri og størri við hvørjum ári, og seinastu árini hava heili 5000 fólk verið við til jólahugnan.
Hetta er fyrstu ferð at konsertin verður hildin uttanlands, og Jógvan Hansen sigur, at øll í tiltakinum gleðast um at sleppa til Føroyar.
Tað verður lagdur dentur á at hava so nógv av føroyskum tónleiki við sum møguligt.
Til Føroyar koma Jógvan Hansen og Eivør Pállsdóttir, sum allir føroyingar kenna.
Haraftrat koma Hera Björk, sum vit kenna frá eitt nú tí Danska og Íslendska Eurovision.
Friðrik Ómar, sum kanska flestir føroyingar kennast við, tí hann hevur eitt nú givið eina fløgu út í Føroyum saman við Jógvani Hansen, við heitinum " Vinalög".
Jóhann Friðgeir, íslendskur operasangari, sum er virkin sangari bæði í Evropa og USA.
Margrét Eir, sangari og sjónleikari, sum hevur verið partur av Frostrósum frá upphavinum.
Vala Guðna, operasangari og sjónleikari.
Føroyingar kunnu fylgja og fáa loypandi kunning um tiltakið á facebook síðuni hjá bólkinum við heitinum Frostrósir Føroyar.