Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni

Síðsta sunnudag legði Manskórið á Skálafjørðinum fyri við sínum jólakonsertum og hevði eina hugnaliga løtu saman við teimum, ið høvdu leitað sær í kirkjuna við Norðskála.

Nú sunnukvøldið - triðja sunnudag í advent - hevur manskórið konsert í Fríðrikskirkjuni. Framførd verða í høvuðsheitum jólaløg, ið flest øll kenna so væl, at tey eru vorðin fólkaogn okkara millum.

Skúlaungdómar verða eisini at hoyra í Fríðrikskirkjuni. Á konsertini við Norðskála fekk ein ungdómssangbólkur úr framhaldsdeildini í Runavík høvi at royna seg á fyrsta sinni. Tey vera við sunnukvøldið.

Haraftrat fer skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavík at syngja nakrar sangir. Byrjað varð við skúlakóri síðsta skúlaár, tá tey fingu møguleikan at syngja til jóla. Síðani hevur verið hildið fram hetta skúlaárið.

Konsertin í Fríðrikskirkjuni verður klokkan 20.30.