Leygardagin hin 10. desember klokkan 17 - og tað er í morgin - verður jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn við Kristiliga Sangkórinum úr Havn og Kórinum hjá Jóhan av Skálafjørðinum.
??Kórini fara bæði at hava hvør sína framførslu av jólasangum, men framføra eisini nakrar sangir saman. Tónleikarar eru eisini við til jólakonsertina í Dómkirkjuni.