Jólakonfekt

Jólini eru søt og eiga sanniliga eisini at vera søtlig, men oftani gerast jólini óneyðuga sukursøt. Framleiðarar av konfekt og rávørur til konfekt lata oftani alt ov nógv av sukri í fyri at dylja vantandi góðsku ella vantandi mongd av dýra megin-innihaldinum. Tá ið umræður marsipan, nougat og myrka sjokolátu er tað rættiliga einfalt. Mandlir eigur at vera høvuðsinnihaldið í marsipani, heslinøtur eigur at vera høvuðsinnihaldið í nougat og kakao eigur at vera innihaldsinnihaldið í myrkari sjokolátu. Tað er við hesum í geyma, at metast skal um hvat fæst fyri peningin. Soleiðis er tað!

Hesar tríggjar natúrligu rávørur hava eisini tað til felags, at tær eiga í sær eina natúrliga javnvág millum søtleika og beiskleika. Og soleiðis skal tað vera. Vit kenna øll tað beiska í fínum mandlum, fínum nøtum og fínari sjokolátu. Hetta er jaligt og gevur eina hóskandi dimensjón til samansetta smakkin. Tilsett sukur í smærri nøgdum er eisini í lagi fyri at stuðla uppundir natúrliga smakkin. Men tað er ikki í lagi, tá ið summir framleiðarar við kávalótum oysa sukur í fyri at royna at dára smaksleykirnar hjá góðtrúgvandi vaksnum og bláoygdum børnum.

Matvørulógin í Føroyum er víðopin fyri innflutningi og framleiðslu av inferiørum vørum. Eitt nú er einki til hindurs fyri í Føroyum at rópa seg fyri myrka sjokolátu, hóast kakao-innihaldið bert er nøkur og tretivu prosent (T.d. Cadbury Bournville). Havi eisini áður víst á, at til ber at selja appilsin-marmuláta í Føroyum, hóast innihaldið av appilsinum er heilt í botn. Eingin ivi um hvør er vinnari og tapari við slíkari matvørulóg!

Tí eiga vit at vera varin og geva okkum stundir at kanna hvat stendur á fína pakninginum á matvørunum til jóla. Liðugtgjørd jólakonfekt er sera sjáldan verd at skriva um. Tí er tað nógv betri og stuttligari at gera konfekt sjálvi heima við hús. Tað kann vera ein hugnalig løta, kanska saman við børnunum. Roynið sjálvi at seta saman grundleggjandi rávørurnar: ráa marsipan, bleyta nougat og myrka sjokolátu. So kunna tit sjálvi leggja afturat við ymsum nøtum og kanska marineraðum rosinum osfr.

Eg fór til handils í Føroya Keypssamtøku, Samkeyp og Miklagarði. Hetta var tað, ið eg fann at gera jólakonfekt burturúr. Skal gera vart við, at somu vørur fáast í fleiri førum í øllum handlum. Prísurin kann tó vera ymiskur.

Ummælini eru givin í mun til innihald av natúrligu rávøruni umframt reinleika, styrki og javnvág í smakkinum.

Marsipan

Odense Grand Cru 65% (FK), kr. 54,95/300 g (kr. 183,17/kg)

65 prosent mandlur (spanskar). Snerktir mandlu-bitar eru blandaðir uppí. Nakað turrur og ikki so kraftmikil smakkur. Mandlu-bitarnir órógva eisini reina marsipan-smakkin.  3 stjørnur ***

Anthon Berg 60% (FK), kr. 44,95/400 g (kr. 112,38/kg)

60 prosent mandlur (kaliforniskar). Sera reinur og kraftmikil smakkur. Góð javnvág. Hetta er veruligt marsipan. Framúr handverk frá Anthon Berg.  5 stjørnur *****

Odense 50% (Samkeyp), kr. 39,95/200 g (kr. 199,75/kg)

50 prosent mandlur. Her er talan um gott marsipan. Reinur og fínur smakkur. Góð javnvág millum søtu og beisku tónarnar. 4 stjørnur ****

First Price 65% (Samkeyp), kr. 39,90/500 g (kr. 79,80/kg)

65 prosent mandlur. Hampuliga góður marsipan-smakkur, men nakað lættur og einfaldur. 3 stjørnur ***

SuperGros 65 % (Miklagarður), kr. 46,95/500 g (kr. 93,90/kg)

65 prosent mandlur. Smakkurin av marsipan er heilt góður. Reinur og við góðari fyllu. Fín javnvág. 4 stjørnur ****

Odense Konfekt 15% (FK), kr. 44,95/400 g (kr. 112,38/kg)

Einans 15 prosent mandlur! Og 44 prosent abrikos-kjarnur. Sum kunnugt eru abrikos-kjarnur bíligt og einkisigandi substitut fyri fínu mandlurnar. Smakkar eisini eftirgjørt og sukursøtt. Vánaligt. 1 stjørna *

Odense Vistfrøðilig 55% (FK), kr. 36,95/200 g (kr. 184,75/kg)

55 prosent mandlur. Hampuligur marsipan-smakkur, men nakað lættur og leiðiligur. Hampulig javnvág. 3 stjørnur ***

Nougat

Odense Blød Nougat (Samkeyp) kr. 39,95/200 g (kr. 199,75/kg)

31 prosent heslinøtur. Góður angi av nøtum. Reinur og heilt góður og kraftmikil smakkur. Fín javnvág og mjúkur konsistensur. 4 stjørnur ****

Odense Grand Cru Nougat (FK) kr. 21,95/100 g (kr. 219,50/kg)

40 prosent heslinøtur. Av hesum eisini lítlar bitar av heslunøtum. Stórur munur er á smakkinum um tú bert letur nougat’ið uttan bitarnar bráðna á tunguni. Smakkar sukursøtari enn vanligu Blød Nougat-útgávuni. Tað telur niður. 3 stjørnur ***

Myrk sjokoláta

COOP Blok (FK), kr. 23,95/200 g (kr. 119,75/kg)

46 prosent kakao. Sukursøtur og einkisigandi sjokolátu-smakkur. Vánaligt. 1 stjørna *

Odense 70% (FK), kr. 27,95/200 g (kr.139,75/kg)

70 prosent kakao. Hampuligur sjokoláta-smakkur, ið tó á ongan hátt imponerar. Vøran er tekniskt í lagi, men leiðilig og ein-dimensionel. Her er einki sjokolátugand – so sum frukt og sýra – yvirhøvur. 3 stjørnur ***

Marabou Premium (FK), kr. 23,95/100 g (kr. 239,50/kg)

70 prosent kakao. Hampuligur sjokolátusmakkur at byrja við, men okkurt er heilt galið í eftirsmakkinum, ið er vamlisligur og hevur ein feril av tráðnaðum feitti. 1 stjørna *

Odense 55 % (Samkeyp), kr. 29,95/200 g (kr. 149,75/kg)

55 prosent kakao. Dekan og sukursøtur og grovur smakkur. Meðal fylla. Undir miðal javnvág. 2 stjørnur **

Carletti Vekao (FK), kr. 24,95/300 g (kr. 83,17/kg)

Hevur sum so einki við myrka sjokolátu at gera, hóast fleiri kanska halda so. Skal eftir donsku matvørulógini eisini rópast fyri Vekao. ‘Ve’ stendur fyri ‘Ve’getabilskt feitt. Týskarar rópa hetta ‘fettglasur’. Tí at tað er júst hvat tað er: litaður plantufeittglasurur. Ein fullkomiliga misháttur angi av margarini og smakkar av kleiggjutum sukri. Óhugnaliga vamlisligt og sera ójólaligt!  0 stjørnur