Jólakapping í Boccia

Leygardagin klokkan 14 skipar ÍSB fyri stórari jólakapping í Boccia. Kappast verður í KÍ-høllini í Klaksvík. Talan er um kapping, har bæði rørslu- og menningartarnað sleppa at royna seg. Kappast verður í trimum bólkum, har tey rørslutarnaðu eru í einum av hesum. Menningartarnað kappast í einum FM-bólki og í einum opnum bólki.